Ægir 40 ár

Ægir 40 ár 


Tann 12. januar 1975 var stovnandi aðalfundur av svimjifelagnum Ægir í Klaksvík. Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini og 


har vóru umleið 150 fólk til fyrsta aðalfundin. Har var ymiskt á skránni, eitt nú bleiv navnið Ægir valt, sjá Gerðabók herundir.


Í fyrsti nevndina komu hesu:


Poul Nolsøe 127 atkvøður


Jógvan Ellinsgaard 113 atkvøður


Magnus Mikkelsen 108 atkvøður


Helgi Laksafoss 105 atkvøður


Jóannes Klein 108 atkvøður


Til tiltakslimur vóru vald Anna Stampe og Símun Absalonsen.


Á sjálvum 40 ára stovningardegnum er Ægir farin til Ísland á venjingarlegu og til eina kapping seinni í vikuni, meira um tað ferðuna seinni.


Í februar ella mars verður stór veitsla, har núverandi, gamlir svimjarar, nevndarlimir, sponsorar og onnur vera við og ígjøgnum alt árið 2015 verður 40 ára dagurin markeraður. 


Her mynd av 1. og 2. liðnum hjá Ægir, sum fór til Ísland í ódnarveðrinum ídag.


SáH